TINGANES í besta veðri PDF Print E-mail
Leygardagur, 19 Mai 2012 17:24

13 luttakarar møttu til árligu TINGANES kappingina. Og tað var í besta veðri, at leikararnir fóru á vøllin.

Tað serliga við hesari kappingini er, at tað verða spæld 36 hol í tveir fylgjandi dagar. Úrslitið av 18 teimum bestu telja sum úrslit. Tað merkir, at leikararnir hava møguleika at betra um úrslitið frá fyrra til seinna dagin.

Nú fyrsti dagurin er spældur liggja Palli, Janus og Eyðum á odda. Men onki er avgjørt enn, so spenningurin er í hásæti.....

 
Finalan í Holspælskappingini PDF Print E-mail
Leygardagur, 19 Mai 2012 17:20

Jógvan og Janus í finaluni !

Jógvan og Janus vunnu semifinalurnar og skulu dystast um vinnaraheitið í holspælinum.

Tað má sigast, at tað hevur viðrað sera illa í vár, men vit eru loksins komnir til finaluna, sum eftir ætlan verður spæld komandi vikuskifti

 

 
Nýggir møguleikar PDF Print E-mail
Hsdagur, 19 Apríl 2012 07:49

Vit í Tórshavnar Golfklubba eru sera fegin um at hava fingið flagið á Tórsvølli frá Tórshavnar Kommunu. Tað hevur verið eitt sera gott samstarv um hetta mál, nú tað gjørdist greitt, at Tórsvøllur skuldi hava álagt graslíki ístaðin.

Tað er klárt at taka ímóti øllum tilfarinum, og væntandi verður farið undir endaligu áleggingina um hálvan mai.

Palli Henriksen og Steen Balle hava tikið sær av málinum fyri Tórshavnar Golfklubba, og er ætlanin at leggja flagið nær við vegin og felagshúsið. Tað er tá møgiligt at nýta nýggja økið bæði til venjingarbreyt og sum part holi 1. Nakrar ábøtur og broytingar verða eisini gjørdar á ymiskar greenir, umframt at vit eisini fáa eina putti-fløtu at venja á.

Eitt stórt framstig, sum vit eru Tórshavnar Kommunu eru sera takksom fyri.

 
Harald vann ! PDF Print E-mail
Leygardagur, 24 Mars 2012 18:40

So var fyrsta kappingin í hesum golfárinum. Ikki var luttøkan stór, tí tað barst monnum frá at møta vegna ymiskt. Tað má sigast, at tað ber illa til at fáa betri líkindi at spæla golf í. So at siga stilli, eitt svalligt lot og sólin hevði hug at kaga fram fleiri ferðir.

Byrja var kl. 9 við monnunum. Sera javnt leikaði á, men við dystarlok var tað veturanurin Harald Eirikstoft, sum við 34 Stableford stigum vann 1. plássið. Á 2. og 3. plássi komu Janus Norðberg við 32 og Petur Jacobsen við 30 stigum. Gott at Petur er komin afturíaftur og tekur sær tíð til golfið, hóast nýopnaða klippustovu á Traðavegnum.

Kl 12 byrjaðu damurnar. Eisini tær vóru hepnar við veðrinum. Vit frætta, at Óluva Lómstein bleiv nr. 1, Jette Eirikstoft nr 2 og Finngerð Hansdóttir nr. 3.

Komandi leygardag byrjar cup kappingin í holspæli. Tilber at melda seg til á This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it ella This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it

 
Mai 2012
M T M H F L S
30 1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31 1 2 3
Heldur tú at kommunan skal fíggja nýggjan golfvøll?
 

mynd2.png