Viðtøkur PDF Print E-mail

VIÐTØKUR

fyri

Golfsamband Føroya

§ 1

Navn og heimstaður

Navn sambandsins er Golfsamband Føroya, stytt GSF, og heimstaðurin er Tórshavn.

GSF er limur í Ítróttarsambandi Føroya, stytt ÍSF, og strembar eftir at gerast limur í European Golf Association, stytt EGA. GSF kann eisini vera limur í og hava samstarv við aðrar felagsskapir.

§ 2

Menningarsamband

Sambandið verður skipað sum eitt sokallað ,,Menningarsamband” sambært Evstu lóg ÍSF’s kap. 4 orsakað av, at sambandið við stovnan ikki lýkur treytirnar í nevndu Evstu lóg fyri at gerast sjálvstøðugt sersamband.

§ 3

Endamál

Endamálið hjá GSF er at virka til frama fyri golfítróttini í Føroyum. GSF skal arbeiða fyri at økja um kunnleikan til golf og skipa so fyri, at tað gerst møguligt hjá so nógvum sum gjørligt at íðka golf, bæði á úrvalsstøði og sum breiddarítrótt fyri bæði ung sum gomul.

GSF hevur m.a. til uppgávu at skipa fyri FM-kappingum, og seta kappingarstjórar. GSF skipar eisini fyri útbúgving og øðrum, ið kann halda leikarum til ítróttina.

GSF umboðar limafeløg og talar felaganna áhugamál mótvegis myndugleikum og øðrum.

GSF skal ansa eftir, at limir sambandsins og tess leikarar spæla sambært teimum reglum, ið eru ásettar av The Royal & Ancient Golf Club of St. Andrews, eins og ansa eftir, at amatørar halda seg til galdandi amatørreglar. Harumframt skal GSF áseta handikapp-skipan og flokking av vøllum, ið limafeløgini skulu fylgja.

§ 4

Limaskapur

Feløg, sum íðka ítrótt innan golf, kunnu gerast limir sambært skrivligari umsókn til nevnd sambandsins. Verður noktað umsøkjara limaskap, kann umsøkjari leggja spurningin um limaskap fyri aðalfundin.

§ 5

Limaskyldur og -rættindir

Limir hava skyldu til at fylgja tí til hvørja tíð galdandi regluverki hjá sambandinum og annars at fylgja teimum ásetingum og boðum, sum sambandið gevur limunum, herundir at gjalda tað limagjald, sum er álagt limunum av sambandinum.

Hinvegin njóta limirnir øll tey rættindir, sum fylgja av limaskapinum, herundir at møta á aðalfundi og at luttaka í øllum tí virksemi, sum sambandið fyriskipar.

§ 6

Uppsøgn

Limur kann siga limaskap sín upp við einum mánað freist til ein 1. í einum mánaði. Limur kann eisini koyrast úr sambandinum, um limur grovt hevur forbrotið seg, herundir ikki hevur goldið gjaldkomið limagjald í minsta lagi í eitt ár og brotið viðtøkur sambandsins. Limur, sum verður koyrdur úr sambandinum, kann leggja spurningin fyri fyrstkomandi aðalfund til støðutakan.

Hóast uppsøgn, bæði frá limi sjálvum og av sambandinum, heftir limur tó fyri gjaldkomið limagjald fram til uppathald av limaskapinum.

§ 7

Aðalfundir

Aðalfundurin, sum verður hildin í heimstaði felagsins, er hægsti myndugleiki sambandsins. Ársaðalfundur verður hildin, áðrenn apríl mánaði er farin. Nevndin innkallar til aðalfund við fráboðan umvegis teldupost til allar limir sambandsins við í minsta lagi 14 daga varningi. Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í minsta lagi 12 dagar undan aðalfundinum. Mál frá limum, sum ikki eru send út saman við fundarinnkallingini, verða fráboðað limum skrivliga í minsta lagi 8 dagar undan aðalfundinum, samstundis sum fráboðað verður, at fullfíggjað uppskot liggja frammi til gjøgnumgongd á skrivstovu sambandsins somuleiðis 8 dagar undan aðalfundinum.

Starvsnevnds ÍSF´s hevur rætt at møta á aðalfundi sum eygleiðari, og verður at innkallað til aðalfundar eftir somu reglum sum omanfyri.

Fundarskráin á ársaðalfundi er henda:

  1. Val av fundarstjóra

  2. Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið

  3. Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar

  4. Val av nevndarlimum og møguligum eykalimum

  5. Val av grannskoðara

  6. Innkomin mál

  7. Ymist

    Fundarstjórin, sum kann vera nevndarlimur, ger av allar ivaspurningar á fundinum, herundir eisini, hvussu atkvøðugreiðsla fer fram. Atkvøðast kann sambært fulltrú. Fundarstjórin ger av gildi hennara.

    Eykaaðalfundur verður hildin, tá nevndin heldur tað vera neyðugt, og eftir ynski frá minst helvtini av limunum. Innkallingar- og framløgufreistir og mannagongd annars er tann sama sum á vanligum ársaðalfundi.

§ 8

Nevndin

Felagið verður stýrt av einari nevnd, sum hevur tríggjar ella fimm limir. Eykalimir kunnu veljast. Nevndarlimir verða valdir annaðhvørt ár, soleiðis at annaðhvørt ár stendur ein, ávikavist tveir nevndarlimur fyri vali, meðan annaðhvørt ár standa tveir limir ávikavist tríggir limir fyri vali. Nevndin skipar seg sjálv.

Nevndin kann gera reglugerð fyri virksemi sínum.

Fer nevndarlimur frá í úrtíð, verður kallað inn til eykaaðalfund til val av nýggjum nevndarlimi, um eingin eykalimur er valdur.

Gerðabók verður førd fyri allar aðal- og nevndarfundir.

§ 9

Dómsnevndin

Dómsnevndin viðgerð kærur av avgerðum, sum nevnd sambandsins hevur tikið.

Samansetingin av dómsnevndini og viðgerðin fer fram sambært teimum til hvørja tíð galdandi reglum fyri dómsnevndina innan ÍSF og viðgerð av kærum.

§ 10

Tekningarreglur

Felagið verður teknað av í minsta lagi tveimum nevndarlimum. Til keyp, sølu ella veðseting av føstum ognum krevst bæði nevndar- og aðalfundarsamtykt.

§ 11

Heftilsi

Sambandið heftir bert fyri skyldum sínum við teimum til eina og hvørja tíð verandi ognum, sum hoyra sambandinum til. Limirnir í sambandinum og nevndin hefta ikki persónliga fyri felagsins skyldum, men bert við sínum limagjaldi.

§ 12

Roknskapur

Roknskaparár sambandsins er vanligt álmanakkaár. Fyrsta roknskaparár er frá stovnan sambandsins

til 31. desember 2018. Roknskapurin verður grannskoðaður av einum á aðalfundi valdum grannskoðara, sum hevur rætt at kanna felagsins bøkur og skjøl, tá ið hann ynskir tað.

§ 13

Viðtøkubroytingar

Fyri at broyta viðtøkurnar krevst aðalfundarsamtykt, har í minsta lagi 2/3 av møttu limunum atkvøða fyri. 

§ 14

Avtøka

Fyri at taka sambandið av krevst aðalfundarsamtykt við, at í minsta lagi 3/4 av limum felagsins eru á fundi og samstundis eisini atkvøða fyri.

Verður sambandið tikið av, velur aðalfundurin ein ella fleiri avtøkustjórar. Eitt møguligt avlop, aftaná at allir kravánararnir hjá sambandinum hava fingið fulna, skal nýtast til eitthvørt virksemi, sum er knýtt til endamál sambandsins.

Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi í Tórshavn tann 25. oktober 2017.

 

 

 

 

 

Viðtøkur


hjá Tórshavnar Golffelag

 

§ 1
1. stk.: Navn Felagsins er Tórshavnar Golffelag og heimstaður hansara er Tórshavnar kommuna.
2. stk.: Endamál felagsins er at fáa til vega eina golfbreyt, standa fyri rakstrinum av henni og at skipa fyri tí spæli, sum á henni fer fram, so at limir felagsins kunnu íðka golfítróttina undir teimum bestu møguligu umstøðunum.
3. stk.: Felagið er limur í ÍSF.

§ 2
1. stk.: Bert spælarar, sum lúka altjóða treytirnar fyri at roknast fyri amatørar, kunnu gerast limir.
2. stk.: Bæði passivar og aktivir limir kunnu takast upp.
3. stk.: Innliman fer fram við skrivligari áheitan til nevndina.

§ 3
1. stk.: Limagjaldið verður ásett av aðalfundinum. Nevndin setir fram uppskot, og limabólkarnir eru hesir:
1.  Juniorar (undir 18 ár)
2.  Ungseniorar (18 – 25 ár)
3.  Seniorar (26 – 67 ár)
4.  Pensionistar (yvir 67 ár)
5.  Hjúnafelagar
6.  Vikudagslimir
7.  Limir, sum eru staddir uttanlands
8.  Fyritøkur
9.  Royndarlimir
10.  Passivir limir
2. stk.: Tá aktivir limir verða tiknir upp í felagið, lata teir eitt av aðalfundinum samtykt innskot.
3. stk.: Juniorar lata einki innskot. Ungseniorar lata 1/3 av ásetta innskotinum, og tá teir gerast seniorar 2/3.
4. stk.: Passivir limir, sum áður hava verði aktivir limir, kunnu aftur gerast aktivir limir uttan at lata nytt innskot.
5. stk.: Tað innskot, sum limir hava latið, kann ikki verða kravt aftur um limur fer úr felagnum.
6. stk.: Nevndin skipar fyri uppkravi av innskoti og limagjaldi.
7. stk.: Hevur limur eina limagjaldseftirstøðu uppá meira enn 3 mánaðir, verður hann strokin, uttan so at nevndin heldur rímiliga orsøk vera fyri at kravið ikki er goldið. Hann kann ikki verða tikin upp aftur fyrr enn øll eftirstøðan er goldin.
8. stk.: Limaskapur er bindandi fyri eitt ár og útmeldan kann bert fara fram skrivliga til ein 1. oktober.

§ 4
1.stk.: Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.
2. stk.: Vanligur aðalfundur verður hildin í Tórshavnar kommunu hvørt ár innan mars mánaður er úti. Innkalling skal fara fram við í minsta lagi 14 daga varningi við lýsing í landsdekkandi blaði og við telduposti.
3. stk.: Aðalfundurin velur ein fundarstjóra, sum ikki er nevndarlimur, til at stíla fyri fundinum.
4. stk.: Bert aktivir limir, sum eru myndugir, hava atkvøðurætt. Hvør limur hevur eina atkvøðu, og tað er ikki loyvt at greiða atkvøðu við fulltrú.
5. stk.: Vanligur meiriluti ræður, har hesar viðtøkur ikki áseta annað.
6. stk.: Skrivlig atkvøðugreiðsla skal fara fram, um ein limur við atkvøðurætti krevur tað.
7. stk.: Verða fleiri uppskot sett fram, enn veljast skulu, verður skrivlig atkvøðugreiðsla at nýta eftir hesum reglum: Atkvøtt verður um allar sessirnar í senn. Hvør limur við atkvøðurætti kann í mesta lagi greiða eina atkvøðu fyri tí tali av kandidatum, sum skal veljast, og bert greiða eina atkvøðu til hvønn kandidatin. Stendur á jøvnum millum fleiri, verður beinanvegin umvæl eftir somu reglum, til eingin ósettur sessur er eftir.
8. stk.: Eykaaðalfundur verður hildin, tá nevndin ásetir tað, ella tá minst 1/4 av teimum limum, sum atkvøðurætt hava, skrivliga heita á nevndina við einum uppskoti, sum ynskt verða at viðgera.
9. stk.: Eykaaðalfundur skal verða hildin innan 4 vikur, tá nevndin hevur fingið eina slíka áheitan, og innkalling skal fara fram við minst 8 daga freist eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri innkalling til vanligan aðalfund.
10. stk.: Tað, sum fyriferst á aðalfundi, verður fest í bók og undirritað av fundarstjóranum.

§ 5
1. stk.: Dagsskrá fyri vanligan aðalfund er hendan:
1.  Val av fundarstjóra
2.  Frágreiðing um virki felagsins farna árið
3.  Framløga av tí grannskoðaða roknskapinum til góðkenningar.
4.  Framløga av uppskoti til fíggjarætlan av limagjaldi og innskoti
5.  Uppskot frá nevndini
6.  Uppskot frá limunum
7.  Val av nevndarlimum og tiltakslimum
8.  Val av grannskoðara og tiltaksgrannskoðara
9.  Ymiskt
2. stk.: Til tess at eitt uppskot frá limum kann viðgerast á einum vanligum ársaðalfundi, skal tað verða nevndini í hendi í seinasta lagi 15. oktober. Uppskot frá limum skulu verða umrødd í boðunum um aðalfundin.

§ 6
1. stk.: Í nevndini sita 5 limir, sum verða valdir fyri 2 ár í senn. Annaðhvørt ár fara lutfalsliga 2 og 3 limir frá, fyrstu ferð sambært lutakasti, síðan eftir hvussu leingi teir hava sitið. Limir kunnu verða afturvaldir.
2. stk.: Allir limir við atkvøðurætti kunnu veljast í nevnd.
3. stk.: Tiltakslimir eru tveir, og er valskeiði teirra eitt ár. Teir taka við um nevndarsessur verður ósettur í skeiðinum.

§ 7
1.stk.: Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara og ásetur sjálv sína starvsskipan.
2. stk.: Nevndin er viðtøkufør, tá helmingur limanna er á fundi.
3. stk.: Vanligur meiriluti ræður á nevndarfundi. Standa atkvøður á jøvnum ræður atkvøða formansins.
4. stk.: Samráðingar á nevndarfundi verða at skriva í gerðabók.

§ 8
1. stk.: Nevndin hevur dagligu leiðsluna av felagnum og tekur bindandi avgerðir í málum felagsins.
2. stk.: Felagið verður teknað av formanninum einsamallur ella næstformanninum saman við einum nevndarlimi.
3. stk.: Nevndin kann seta lønt starvsfólk og áseta arbeiðsøki teirra.
4. stk.: Upptøka av størri lánum eins og keyp, søla ella veðsetan av fastari ogn krevur aðalfundarsamtykt.

§ 9
1. stk.: Nevndin setir niður undirnevndir, sum eftir hansara ella aðalfundarinnar áskoðan eru neyðugar, harundir eina breytnevnd, eina matchnevnd, eina juniornevnd, eina handikappnevnd og eina kunningarnevnd.
2. stk.: Á odda fyri hvørja undirnevnd stendur ein nevndarlimur og nevndin skal góðkenna hinar limirnar í undirnevndini.
3. stk.: Nevndin gevur undirnevndunum setning og heimildir og ásetur, hvussu virkast skal.


§ 10
1. stk.: Roknskaparár felagsins verður umlagt til álmanakkaárið. Fyrsta roknskaparárið gongur frá 1.10.2007 til 31.12.2008.
2. stk.: Tann grannskoðaði roknskapurin verður sendur øllum limum saman við boðum um ársaðalfundin.

§ 11
1. stk.: Fyri golfspælið í felagnum galda tær reglur, sum The Royal & Ancient Golf Club of St. Andrews hevur ásett, og harumframt tær lokalu reglur, sum nevndin við góðkenning frá ÍSF hevur ásett.
2. stk.: Nevndin skipar annars fyri tí, sum hon heldur verða neyðugt fyri at greiða spælið úr hondum og skipa fyri umráði felagsins. Verða ásettu reglurnar ikki hildnar, kann nevndin seta lim í karantenu ella, um misbrotið er álvarsligt og verður endurtikið, koyra hann úr felagnum. Henda seinna avgerðin kann tó altíð av einum limi verða løgd fyri aðalfund, men stendur avgerð nevndarinnar við, til aðalfundurin hevur tikið støðu í málinum.

§ 12
1. stk.: Fyri at broyta hesar viðtøkur og fyri at avtaka felagið krevst at minst 2/3 av øllum limum við atkvøðurætti eru umboðaðir á aðalfundinum, og at minst 2/3 av teimum hjástøddu limunum greiða atkvøðu fyri uppskotinum.
2. stk.: Um 2/3 av teimum limum, sum atkvøðurætt hava, ikki eru á aðalfundinum, men uppskotið tá fær 2/3 í meiriluta, skal nevndin skrivliga við minst 8 daga varningi kalla saman ein nýggjan aðalfund, sum skal verða hildin innan 4 vikur eftir tann fyrra. Uppskotið er samtykt, um tað á hesum fundi fær 2/3 av atkvøðunum fyri, uttan mun til hvussu nógvir limir koma á fund.

§ 13
1. stk.: Verður felagið tikið av sambært reglurnar í §12, tekur aðalfundurin við vanligum meiriluta avgerð um, hvussu farast skal fram avtøkuni viðvíkjandi, harundir hvussu ognarviðurskiftini skulu greiðast.
2. stk.: Leypur nakað av, tá endaliga er gjørt upp, fellur tað til Reyða Kross.


Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi í Tórshavn tann 3. juli 1989 og broytt á ársaðalfundi tann 23. november 1990 og á ársaðalfundi 1. desember 2007 og á ársaðalfundi 9. mars 2013.

 

 

 

 

 

 

 
Desember 2017
M T M H F L S
27 28 29 30 1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
Heldur tú at kommunan skal fíggja nýggjan golfvøll?
 

byvejr_dag1.png