Kappingar PDF Print E-mail

Tórshavnar Golfklubbi hevur árliga uml. 13 kappingar. Í ár verða tíverri ikki fleiri enn 10 kappingar.

 

Talan er bæði um meistaraskapskappingar og stuttleikakappingar fyri limirnar.

 

Kappingarnar fara fram eftir galdandi reglum, saman við staðbundnu reglum felagsins,

umframt teimum ásetingum, ið kappingarleiðarin hevur kunngjørt.

 

Er ikki spælandi vegna veður, ger kappingarleiðarin av, Um kappingin verður flutt ella avlýst,

og gevur luttakarunum boð.

 

Tað er ikki er loyvt at práta hart ella rópa, ella á annan hátt órógva aðrar leikarar meðan spælt verður.


Móguligar klagur um reglubrot undir kapping skulu kunngerast beinanvegin yvirfyri viðkomandi leikara,

og síðan kappingarleiðslu beint eftir kappingarlok. Um hetta ikki er gjørt, kann kappingarleiðslan avvísa

at viðgera møguliga klagu.


Klagur eftir at kappingarúrslitið er kunngjørt, verða sum meginregla ikki viðgjørdar. Undantøk er bert fyri

greið mistøk framd av kappingarleiðsluni.

 

Um møguligar eyka kappingar verða leiktar, verður hetta lýst uml. 1 viku áðrenn.

 

Tilmelding

Tilmelding til kappingarnar fer fram pr. SMS til tlf. 29 08 59 ella teldupost til This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it .

 

Yrkis- og leikskráin fyri 2022 er henda: